Brandvenjing
08.05.2025
Í morgun høvdu næmingar og lærarar í skúlanum í Gøtu eina lítla brandvenjing. Eftir morgunsangin hevði skúlastjórin eina gjøgnumgongd av, hvussu vit bera okkum at, um brandalarmurin fer í gongd. Og umleið kl. 9 fór brandalarmurin í gongd, og øll bóru skjótt at og samlaðust uttanfyri, har lærarar hildu manntal. Hetta gekk alt sera væl.
Brandvenjing verður hildin fyri at venja mannagongdir, so øll vita, hvat gerast skal, um brandalarmurin fer at ýla.