Vitjan av barnanna umboðsmanni

06.10.2025

Í morgun var miðhøllin í Skúlanum í Leirvík karmur um eitt Betri Vinir tiltak. Vit fingu vitjan av sjálvari Honna Vang, barnanna og Løgtingsins umboðsmanni, sum greiddi frá týdningarmikla arbeiðinum at verja og fremja rættindi hjá børnum í Føroyum.

Hanna, sum sjálv hevur gingið í Skúlanum í Leirvík, greiddi frá sínum leikluti sum umboðsmaður. Tað var serliga stuttligt at síggja hana aftur í skúlanum, har hon slitið sínar barnaskógvar. Mynd varð tikin av henni saman við gomlum skúlafeløgum og starvsfólki – ein vøkur løta, ið vakti minnir frá barnaárunum.

Tóra á Hólalagnum, greiddi eisini frá hvussu vit kunnu brúka tey fýra virðini í skúladegnum hjá næmingunum. 
Tolsemi: At virða og góðtaka, at vit eru ymisk. Børn læra at síggja ymisleika sum styrki.
Virðing: At vísa virðing fyri øðrum, bæði í orðum og gerðum. Hetta skapar tryggleika og samanhald.
Umsorgan: At vera góð og hjálpsom. Børn læra at taka hond um hvønn annan og vísa kensluliga styrki.
Dirvi: At tora at siga frá, standa við seg sjálvan og verja onnur. Dirvi er lykilin til at steðga órættvísi.

Tiltakið var bæði upplýsandi og hjartaligt, og vit eru sera takksom fyri vitjanina. Tað er altíð serligt at fáa gestir, sum hava persónligt samband við skúlan – og enn meira, tá hesir gestir arbeiða fyri at betra um lívið hjá børnum kring landið.

Sí her eisini frágreiðing um vitjanina á heimasíðuni hjá Barnanna umboðsmanni: 
Barnanna umboðsmaður á vitjan

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b