Tiltøk áðrenn páskafrítíðina
07.04.2026
Nógv spennandi var á skránni áðrenn páskafrítíðina. Skipað var fyri Betri Vinir-lesiviku, har frílesing var á skránni hvønn dag. Fleiri næmingar funnu sær friðsælar lesikrókar runt um í skúlanum, og nógv leitaðu sær út í miðhøllina at lesa. Eisini var søguløta í miðhøllini, har Tóra las søgu.
Listaleypurin vitjaði skúlan, og barnaval var í miðhøllini, í sambandi við at fólkatingsval og løgtingsval var. Her var stórur áhugi millum næmingarnar, og Harry Potter gjørdist toppskorarin.