Tórhild vitjar Leirvíkar Vinarskúla í Kambodja
Í dag vitjaði Tórhild á Leirvíkar vinarskúla í Kambodja og hevði ymiskt við til næmingarnar á skúlanum. Hetta varð keypt fyri pening, ið kom inn í sambandi við innsavningina í Skúlanum í Eysturkommunu og tiltakið, ið varð hildið í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tórhild skrivar í dag:
Kl 8 í morgun fóru vit at keypa lutir til gávurnar, ið skuldu pakkast til tey fátæku. Uml 300 gávur til børn og vaksin.
Hitin var nógvur, so luktirnir millum tey 1000-inda vís av tingum av alskins slagi var øgiligur.
Fólk gingu aftur og fram ímillum alt, og eg havi ongantíð í lívinum sæð so nógvar lutir í senn.
Jú, her eru nógv sera fátøk, og gávurnar, ið vit fara at geva, eru ting, ið tey ynskja sær, men ikki hava ráð at ogna sær.
Aftaná marknaðin fóru vit heim. Kl 13 varð koyrt imóti okkara skúla. Hann varð bygdur fyri 13 árum síðani, og hevur fingið ymiskt viðlíkahald gjørt.
Kenslurnar vóru sterkar, tá ið vit stóðgaðu aftaná sjinkluta bilrúrin til skúlan.
Har stóðu tey, øll hesi elskuligu fittu uml. 80 børnini og bukkaðu og bjóðaðu okkum vælkomnum.
Ongantíð havi eg følt tað so meiningsfult, ið vit byrjaðu fyri skjótt 14 árum síðani.
Tey sungu, framførdu ymist fyri okkum, so elskulig.
Myndir og upptøkur siga søguna víðari. Aftaná skúlavirjanina. vórðu vit boðin til dyst.
Heimini hjá hesum børnum eru av gjørd bambus, og jarnplátum, sera fátæksligt.
Ein fantastiskur dagur.
Í morgin fara vit at bera gávur út.
Vit siga stóra takk fyri fantastiska stuðulin <3