Konsert við Føroya Symfoniorkestri
Í dag hava næmingarnir úr Skúlaspíran upplivað eina heilt serliga løtu í Norðurlandahúsinum. Har spældi Føroya Symfoniorkestur, størsta orkestur í landinum, eina spennandi og fangandi barnakonsert.
Børnini hoyrdu søguna um Poetikus og havfrúnna, sum varð livandiggjørd við tónleiki, myndum og frásøgn. Hetta var bæði vakurt, stuttligt og lætt at fylgja við í.
Poetikus, sum spældi so vakurt á violin, varð spældur av Jóni Festirstein, ið nógv børn kenna sum violinlærara í skúlanum í Eysturkommunu.
Vit hoyrdu havfrúnna syngja, framført av Beintu Ingeborg Greve, og sangurin var bæði vakur og rørandi.
Jákup Dahl fortaldi søguna á ein livandi og spennandi hátt, so øll vóru við frá byrjan til enda.
Orkestrið spældi eisini annan tónleik, sum nógv av børnunum kendu — millum annað Ghostbusters, sum fekk nógv smíl fram.
Anna, sum gongur í Skúlaspíranum, fekk møguleikan at vera gestadirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri. Hon dirigeraði lagið Ólavur riddararós — og tað gjørdi hon avbera væl. Øll í salinum klappaðu hart!
Tey, sum vóru við
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistur: Beinta Ingeborg Greve
Frásøgufólk: Jákup Dahl
Komponistar: Páll Sólstein og Andras Olsen
Søga og tekningar: Edward Fuglø