Flaggdagshald í skúlanum

25.04.2026

Í dag, leygardagin 25. apríl, er flaggdagur. Tí hildu vit flaggdagshaldið fríggjadagin 24. apríl.

Næmingarnir í 2.a og 2.b skipaðu fyri haldinum og greiddu frá um Merkið. Aftaná hoyrdist horntónleikur úr hátalaranum, og næmingar og starvsfólk fóru í skrúgongu úr skúlanum og yvir á vøllin. Har sungu vit “Sjá, tú blánar”, sum Hans Andrias Djurhuus yrkti í 1920, ímeðan Merkið varð vundið í stong.

Vit takka 2.a og 2.b fyri eina læruríka og hugnaliga løtu í morgun.

Góðan flaggdag øll somul.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b