Áminning um telefonpolitikk skúlans

12.05.2026

Góðu foreldur/avvarðandi

Greinin niðanfyri varð løgd út í septembur 2023, og eru vit sera fegin um, at telefonpolitikkurin er settur í verk, men vilja við hesum minna á telefonpolitikk skúlans.

Vit vilja serliga undirstrika, at:
Ein sløkt knappatelefon kann liggja í taskuni, eftir avtalu við flokslæraran.


Telefonpolitkkur skúlans

Vísandi til skíggjaráð frá Fólkaheilsuráðnum hevur skúlastýrið saman við námsfrøðiliga ráðnum ynski um, at Skúlin í Eysturkommunu er ein telefonfríur skúli. Tí er hesin telefonpolitikkur orðaður:

Skúlin í Eysturkommunu hevur ynski um ein telefonfrían skúla.
Næmingar hava ikki snildtelefon við í skúla.
Um tørvur er á at hava telefon við, mæla vit til eina knappatelefon, sum liggur sløkt í skúlataskuni.
Í samráð við flokslæraran kann ein slík telefon loyvast.
Um snildtelefon er við, skal hon vera óvirkin í skúlatíð.
Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til lærara ella skrivstovuna.
Við serligum umstøðum (t.d. sjúku) kunnu undantøk gerast í samráð við flokslæraran.
Brota reglurnar verða fylgdar upp soleiðis:

Telefonin verður tikin og latin læraranum, sum leggur hana á skrivstovuna.
Foreldur verða kunnað.
Telefonin verður heintað aftur á skrivstovuni (kl. 08.00–12.00).
Um neyðugt kunnu serligar avtalu gerast við flokslæraran ella leiðsluna.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b