Skúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu
20.05.2026
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Anniku Katrin Joensen í fyribilsstarv sum skúlastjóra í Skúlanum í Eysturkommunu frá 15. mai 2026.
Annika er 47 ára gomul og býr í Saltangará.
Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2003.
Annika hevur drúgvar undirvísingarligar og námsfrøðiligar royndir í fólkaskúlanum, eisini á serøkinum.
Hon hevur viðkomandi royndir við at fyrisita og leiða sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu.