Søkt verður eftir námsfrøðingum til Skúlan í Eysturkommunu

22.05.2026

Søkt verður eftir:

• 2 námsfrøðingar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026-2027 við setanarbroti 0,5
• 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2026-2027 við setanarbroti 0,25.

Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.

Skúlanum tørvar námsfrøðingar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka
ábyrgd og síggja møguleikar.

Søkt verður eftir námsfrøðingum, sum
• skipa skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
• veita persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í
gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.
• hava førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul
til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein
til ein.
• kunnu virka undir førleikastovu skúlans.
Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin
námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í
starvinum í setanartíðarskeiðinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 07.45 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja
seinni á degnum.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti
til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 5. juni 2026 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku K Joensen, skúlastjóra, á
telefon 730060.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 2. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 3. – 7. flokkur.
Skúlin hevur eisini serstovur.

Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir
stuðlar.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b