Søkt verður eftir lærarum til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2026/2027

22.05.2026

Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2026/2027:

• 2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
• 1 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna lærara í barnsburðarfarloyvi fram til 11. Nov.
• 2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna lækkað tímatal, avlopstímar.

Eitt av omanfyri nevndu størvunum er eitt fast starv.
Setanarbrotini eru uml. 1,0; 0,9; 0,8 og 0,4. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september.
Starvið vegna barnsburðarfarloyvi, sum er til 11. novembur 2026, er 1,0.

Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka
lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert stundislig/ur og nærlagd/ur
• ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
• vilt vera við til at menna eftirmetingar
• hevur góðan KT-førleika
• kanst virka sum flokslærari
• hevur kunnleika innan undirvísing av fleirmæltum
• í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
• kanst virka bæði í innskúling og miðdeild

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum:
føroyskum, donskum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing. Okkum tørvar lærarar, ið
kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Førleikakrøv
• Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
• Royndir í føroyska fólkaskúlanum
• Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini

Lønar- og setanartreytir:
Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í
lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur
verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti
til sey@skulin.fo

Umsóknarfreist: 5. juni 2026 kl. 24.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Anniku K. Joensen, skúlastjóra á
telefon 730060.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 2. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 3. – 7. flokkur.

Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4
námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b