Farloyvisstarv sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt
at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja starvið sum varaskúlastjóri í
Skúlanum í Eysturkommunu.
Farloyvisstarvið sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu verður lýst leyst til setan frá
1. august 2026 til 15. mai 2028. Skúlastjórin hevur tikið sæti á Løgtingi, og tí skal fyrivarni havast
í mun til, at farloyvisstarvið kann enda fyrr, um farloyvistíðarskeiði hjá verandi skúlastjóra verður
stytt. Virkað verður eftir galdandi reglum á setanarøkinum.
Í Skúlanum í Eysturkommunu eru um 270 næmingar. Í Skúlanum í Eysturkommunu ganga
næmingar úr 0. til og við 7. flokki. Í skúlanum í Leirvík ganga næmingar í 0. til 2. flokki og í
Skúlanum við Gøtugjógv ganga næmingar í 3. til 7. flokki. Skúlin hevur eisini tvær serstovur, eina
í Leirvík og eina við Gøtugjógv til næmingar við serligum tørvi.
Í skúlanum starvast 26 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.
Um starvið
Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans. Harafturat skal viðkomandi duga
at samstarva, vera fyrikomandi og fúsur at taka á seg uppgávur eftir fyriskipan skúlastjórans.
Vit vænta, at tú
• Ert opin og fyrikomandi
• Dugir væl at samskifta, finna loysnir og vera við til at fremja gott samstarv millum skúla og heim
• Hevur góðar KT førleikar
• Ert næsti arbeiðsfelagi skúlastjórans
• Ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
• Hevur gjørt tær greiðar tankar um, hví júst tú skal hava starvið
• Undir fráveru skúlastjórans hevur ábyrgdin av leiðslu skúlans
Tú kanst lesa meir um okkara trivnaðarætlan á heimasíðu skúlans.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Umsøkjararnir kunnu hava leiðsluroyndir og leiðsluútbúgving, men tað er ikki eitt krav.
Løn og setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum og við tænastu í Skúlanum í Eysturkommunu. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar við starvinum.
Starvið verður lønt í lønarflokki 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya
Lærarafelag.
Undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo í seinasta lagi 5. mai kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku K. Joensen, skúlastjóra, á tlf. 730060
ella við at senda ein teldupost til aj1008g6@skulin.fo
Skúlin í Eysturkommunu, Samognarbøur 4, 520 Leirvík og við Gjónna 4, 530 Gøta.