Spæliliðið fingið handað heiðursprógv

01.06.2026

Eftir morgunsangin í gjár fekk spæliliðið handað prógv. Spæliliðið eru næmingar úr  7. flokki, sum hava skipað fyri spølum í fríkorterunum fyri 3. og 4. flokkunum, fyri at betra um trivna. 
Á heiðurspróvnum, tey fingu, stendur skrivað, at tey hava:
- sett gongd í spæl í fríkorterinum
- elvt til felagsskap
- fingið teir yngru næmingarnar at røra seg
- víst ábyrgd

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b