Kunning um komandi skúlaár
Góðu næmingar og foreldur / avvarðandi!
Vit ynskja tykkum øllum eina góða summarfrítíð.
Niðanfyri síggja tit, nær skúlin byrjar aftur eftir summarsteðgin.
Skúlin í Leirvík
Mánadagin 10. august
Kl. 19.00 – Foreldrafundur fyri Skúlaspíran
Mikudagin 12. august
1. og 2. flokkur
· 2. flokkur møtir kl. 10.00 → Bussurin koyrir úr Syðrugøtu kl. 9.30
· 1. flokkur møtir kl. 10.30 → Eingin bussur koyrir tá, men foreldur eru vælkomin við í skúla.
Aftaná fara næmingarnir í Frítíðarheimið á Gásamýri.
· Allir næmingar fara heim kl. 11.30 → Bussurin koyrir úr Leirvík kl. 11.50
Skúlaspírin møtir kl. 13.00
Skúlin við Gøtugjógv
Mikudagin 12. august
3. til 7. flokkur
· Møta kl. 9.00 – 10.30 → Bussur koyrir av Sýnini í Leirvík kl. 8.35 og úr Syðrugøtu kl. 8.50.
Bussur koyrir úr Gøtugjógv kl. 10.35.
Foreldur verða biðin um at kunna børnini um atferðarreglur í sambandi við busskoyringina! Sí atferðarreglurnar her.