Meðan vit bíða eftir bussinum
20.08.2026
Góðu foreldur
Vit vilja minna á, at næmingarnir skulu bíða eftir bussinum inni í skúlagarðinum við Gøtugjógv.
Hetta er fyri at tryggja eina so trygga ferðslu sum gjørligt, tá bussurin kemur og fer. Vit hava í seinastuni sæð nakrar avbjóðingar í sambandi við bíðitíðina, og tí vilja vit heita á tykkum um at tosa við børn tykkara um hesi trygdarviðurskifti:
Meðan bíðað verður eftir bussinum, skulu næmingarnir verða inni í skúlagarðinum, aftanfyri portrið ella aftanfyri lága betonggarðin. Tá bussurin er steðgaður, kunnu tey fara út til bussin.
Vit hava kunnað næmingarnar um hetta í skúlanum, og vit vóna, at tit eisini vilja stuðla hesum heima, so vit í felag kunnu tryggja eina góða og trygga bussferð fyri øll børnini.
Vinarliga
Leiðslan