Renningardagur í miðdeildini 2026
27.08.2026
Í góðveðrinum mikudagin varð árligi renningardagurin við Gøtugjógv. Teinurin, ið næmingarnir runnu, var 10 km, men fleiri næmingar runnu nógv meiri enn tað. Samanlagt runnu næmingarnir umleið 1700 km henda dagin.
Tað vóru glað, røsk og hugagóð børn sum vóru at síggja á teininum. Næmingarnir løgdu nógv fyri og vístu bæði góðan stríðsvilja og gott samanhald. Dagurin var eyðkendur av góðum lag, røslu og rørslugleði, og tað var hugaligt at síggja, hvussu væl næmingarnir stuðlaðu hvør øðrum á leiðini.
Vit kunnu vera errin av hesum avriki og av teimum mongu næmingunum, sum við stórum ídni og góðum hýri vóru við til at gera dagin bæði stuttligan og væleydnaðan.