Næmingaráðið skipað

14.09.2026

Nógvir næmingar høvdu stillað upp til næmingaráðsvalið í ár, og tað eru vit sera fegin um. Tað vísir, at næmingarnir hava áhuga í at vera við til at ávirka og menna skúlan.

Í dag hevur næmingaráðið skipað seg. Boas varð valdur til formann, Sarah til næstforkvinnu og Nóa til skrivara.

Umframt tey trý í nevndini eru Eva, Miriam, Simona, Jani, Dikta, Jóhannes og Jóel limir í næmingaráðnum.

Eykavald eru Sólja, Rebekka, David, Emilia, Bjarta, Petur Eli, Jóel, Liva, Dávur og Hannus.

Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við valinum og gleða okkum til at fylgja arbeiðinum hjá næmingaráðnum komandi skúlaárið. Næmingaráðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í at umboða næmingarnar, bera fram hugskot og arbeiða fyri einum góðum skúlaumhvørvi, har trivnaður og felagsskapur eru í miðdeplinum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b