Stórmeistari á vitjan í Skúlanum í Eysturkommunu

01.10.2026

Tað var ein spennandi og læruríkur dagur í Skúlanum í Eysturkommunu, tá føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, vitjaði við Gøtugjógv.

Helgi greiddi næmingunum frá, hvussu man gerst ein góður telvari, og gav teimum góð ráð um strategi, venjing og hvat krevst fyri at mennast innan talv. Áhugin var stórur, og næmingarnir lurtaðu spentir eftir frásøgnunum frá føroyska stórmeistaranum, og teir høvdu nógvar áhugaverdar spurningar at seta stórmeistaranum.

Størsti spenningurin var tó, tá Helgi leikti simultantalv móti 20 næmingum samstundis. Umleið 180 næmingar og starvsfólk fylgdu spent við, meðan dystirnir fóru fram, og kláraðu næmingarnir seg sera væl.

At enda sat Sam eftir sum síðsti telvarin. Hann leikti eitt sera gott talv, og Helgi hevði nógv rósandi orð at bera honum fyri hansara avrik, men endin var at Helgi vann øll talvini.

Árliga FM-kappingin í skúlatalvi verður hildin í stórhøllini við Tjarnir, dagarnar 17. til 19. november.

Í ár verða ongar økisbýttar undankappingar. Í staðin verða FM-vinnararnir funnir beinleiðis í kappingini. Aldursbólkarnir eru eisini tillagaðir nakað, soleiðis at næmingar í 3.-4. flokki kappast fyri seg, 5.-6. flokkur fyri seg og 7.-9. flokkur fyri seg.

Vit takka Helga Dam Ziska fyri eina inspirerandi vitjan og vóna at fleiri av okkara luttaka í komandi FM-kappingini. ♟️????

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b