Læraradagur 2026

05.10.2026

Í dag hava vit hildið Læraradagin. Ein dagur, har vit steðga á og vísa teimum mongu dugnaligu starvsfólkunum, sum hvønn dag gera sítt ítarsta fyri trivnaði, menning og læring hjá okkara næmingum, virðing og tøkk.

Skúlastýrið skipaði saman við foreldraráðunum fyri einum hugnaligum tiltaki, har starvsfólkini vórðu heiðrað. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, helt eina góða og hjartanemandi talu, har hann varpaði ljós á týdningarmikla arbeiðið, sum starvsfólkini gera fyri børn og ung í kommununi. Eisini skipaði forkvinnan í skúlastýrinum, Eydna Lucia, fyri degnum og syrgdi fyri, at starvsfólkini fingu eina væl uppiborna heilsan og viðurkenning.

Vit vilja við hesum bera eina hjartans tøkk til foreldur og næmingar fyri blíðskapin, góðu orðini og vøkru gávurnar. Tað merkir nógv fyri starvsfólkini at merkja stuðul og virðing frá teimum, sum tey arbeiða fyri hvønn dag.

Somuleiðis vilja vit takka okkara dugnaligu starvsfólkum. Við fakligari dygd, umsorgan og stórum nærlagni eru tit við til at skapa ein góðan og tryggan skúla, har næmingarnir kunnu læra, mennast og trívast. Tit gera mun hvønn einasta dag.

Takk fyri ein hugnaligan og gevandi Læraradag og fyri góða samstarvið um okkara børn og ung.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b