Skrubb staðfest
19.10.2026
Ein tilburður av skrubb er staðfestur í byrjanardeildini.
Tá skrubb er staðfest, er neyðugt við viðgerð. Eisini er neyðugt, at øll, sum tann smittaði persónurin hevur verið í tøttum sambandi við, verða viðgjørd. Samstundis er neyðugt at gera væl og virðiliga reint heima við hús.
Ein tilburður av skrubb er staðfestur í miðdeildini.
Sí falda hjá Gigni um skrubb https://gigni.cdn.fo/savn/x2wlbsiv/stutt-um-skrubb.pdf?s=79CYfR-OKaLOIh5EIZLPmBMLlb8
Um barnið hjá tykkum hevur fingið skrubb, er neyðugt at tit fylgja leiðreglunum í faldaranum og boða frá í skúlanum.