Ein brúgv úr Leirvík til Kambodja
13.11.2026
Við stuðli frá Kambodja-hjálpini gjørdist skúlin, Leirvík Prey Salaov Friendship School, fyri 14 árum síðani veruleiki. Í dag vitjaðu Annika og Tórhild skúlan í Leirvík og greiddu næmingum og starvsfólkum frá verkætlanini og søguni handan skúlan. Tær gleddust og vóru so takksamar um, at Skótahjálpin í ár hevur valt at veita Kambodja-hjálpini ein stóran brotpart av innsavning teirra. Tað var ein góð áminning um, at eisini smáar hendur kunnu gera stóran mun, tá børn hjálpa børnum