Busskoyringin

25.11.2026

 

Góðu foreldur

Í sambandi við trygdina hjá næmingunum vilja vit heita á tykkum um at tosa við tykkara barn um, hvussu busskoyringin eftir skúlatíð er skipað, og nær barnið skal fara við bussinum ella bíða eftir bussinum. Tað er umráðandi, at næmingarnir kenna mannagongdirnar, tá tey fara heim.

Eftir at hava eftirmett busskoyringina, verður henda broyting gjørd:

Týsdag:
4. og 5. flokkur fara við fyrsta bussi.
6. og 7. floksnæmingar úr Leirvík bíðar til bussurin kemur aftur úr Syðrugøtu.

Fríggjadag:
3., 4. og 5. flokkur fara við bussinum kl. 11.30.
6. og 7. floksnæmingar úr Leirvík bíða til bussurin kemur aftur úr Syðrugøtu.

6. og 7. floksnæmingarnir úr Leirvík kunnu bíða eftir bussinum í evningshølinum, um veðrið ikki er til vildar.

Henda skipan er eisin galdandi dagar, tá allir flokkar hava frí samstundis! 


Vinarliga

Leiðslan

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b