Rynkeby-súkklari á vitjan
Í morgun var Tórhallur við Gil, sum súkklar við Team Rynkeby, á gátt í skúlanum í Leirvík og segði frá um túrin til París, sum byrjar í komandi viku. Tórhallur vísti okkum súkkluna og útgerðina, sum tey hava við á túrinum, og myndir frá venjingunum, sum hava verið fram til túrin. Hann greiddi eisini frá, at endamálið við túrinum er at savna pengar inn til børn við lívshóttandi sjúkum og familjur teirra.






